| Eg átti mær eina húgvu, tøvd var hon í tóva, tíggju konur og tíati hana úr vatni drógu. Tíggju konur og tíati hana úr vatni drógu, hon hevði einki annað lýti, uttan rendurnar vóru ov stórar. Har komu allir vevkonur, hvør við sínum vavi; har komu allir fjallmenn, hvør við sínum stavi. Har komu allir slóttumenn, hvør við sínum líggja; har komu øll tey fólkini mína húgvu at síggja. Kongur beyð mær ríkið hálvt, kúgv á hvørjum ári; eg læt ikki húgvu mína, tí tá var eg ein dári. Kongur beyð mær ríkið hálvt, tógvar hestar hvítar; eg vildi ei mína húgvu lata, mær tókti tað vera ov lítið. Kongur beyð mær dóttur sína, tann hin væna moy, annar beyð mær knørrin tann, ið sigldi fyri Skánoy. Farin er nú húgva mín, mangt er fyri hana prangað, fingið fyri hana tógvar knívar, bendir upp í tanga. Farin er nú húgva mín, tað má eingin vita, fingið fyri hana tógvar knívar, hvørgin bítur bita. Farin er nú húgva mín, mangt er fyri hana boðið, fingið upp í tóma vomb eina sleiv av soði. |